Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.12.2024 17:23

Kendur miðlamaður settur sum fulltrúi á trivnaðar- og mentanardeildini í Runavíkar kommunu

Runavíkar Kommuna

Tróndur Herason Olsen er settur sum fulltrúi á trivnaðar- og mentanardeildini í kommununi. 


Hann hevur arbeitt sum journalistur í Kringvarpi Føroya síðani 2019, umframt eitt skifti sum starvslærunæmingur í uttanríkistænastuni í 2018-2019.

Tróndur hevur útbúgving innan politikk og umsiting frá 2019, umframt tónleikaútbúgving frá 2010.

Hann byrjar í starvinum 1. Februar.