Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.10.2023 18:21

Klæmint skoraði í ósigri

Mynd: Fótbólti.net

Klæmint A. Olsen var við frá byrjan, tá ið Breiðablik í dag var á vitjan hjá KR í íslendsku Úrvalsdeildini.

Tað var eisini ein sera hendingaríkur og ferðmikil dystur við 7 málum sum áskoðarnir vóru vitni til. Heimaliðið KR vann dystin 4-3. Støðan var 3-2 til Breiðablik tá ið vanliga leiktíðin var farin, men í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat eydnaðist tað KR at skjóta tvey mál og vinna sær øll trý stigini.

Klæmint skeyt annars málið til 2-0 í 24. minutti og legði eisini upp til 3-1 málið hjá Breiðablik beint fyri hálvleik. Støðan var eisini 3-1 til útiliðið í steðginum.

Klæmint leikti allar 90 minuttirnar í álopinum.

Breiðablik liggur enn á 3. plássinum, men nú bert eitt stig frammanfyri Stjarnan, sum hevur ein dyst færri. Stjarnan skal møta Víkingur Reykjavík í morgin, mánakvøldið 2. oktober.