Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.01.2025 15:14

Kommunufelagið hevur skipað seg

Mynd: Kommunufelagið

Kommunufelagið

Allir 29 borgarstjórarnir hittust í dag á skipanarfundi. Hetta var fyrsti skipanarfundur, eftir at nýggju viðtøkurnar hjá felagnum komu í gildi á nýggjárinum. Á skránni var val av formansskapi og val av starvsnevndum fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Barnaverndarstovu Føroya.

Valið av formansskapi og øðrum álitissessum í felagnum fór fyri fyrstu ferð fram millum allar 29 borgarstjórar í landinum. Hetta er ein munandi broyting í mun til teir 13 borgarstjórarnar, sum til á nýggjárinum myndaðu formligu leiðsluna í felagnum.

Valið fór fram á skipanarfundi, sum varð hildin fyrrapartin í dag á Hotel Hilton. Veljast skuldi til formansskapin í felagnum, starvsnevndina í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og starvsnevndina í Barnaverndarstovu Føroya. Í felagnum er somuleiðis ein starvsbólkur av kommunuskrivarum og -stjórum, sum fyrireikar borgarsjórafundirnar, og sum skipanarfundurin skuldi velja forfólk til.

Úrslitið av valinum gjørdist hetta:

– Nevndin í Kommunufelagnum:

Forfólk: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Næstforfólk: Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Limir:

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu

– Umboð í starvsnevndina fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið:

Forfólk: Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu

Næstforfólk: Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu

Limur: Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

Harumframt velja ávikavist SEV og IRF hvør sítt umboð í nevndina

– Starvsnevndin fyri Barnaverndarstova Føroya:

Forfólk: Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Næstforfólk: Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu

Limur: Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu

– Starvsbólkur:

Forfólk: Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu

Tórbjørn Jacobsen, Per Martin Gregersen og Eyð Ellingsgaard mynda samstundis Samstarvsráðið í Kommunufelagnum, sum eftir nýggju viðtøkunum skal hittast javnan at umrøða mál av felags áhuga.