Eysturoyarportalurin hevur verið og vitjaði á valstaðnum í Elduvík. Í Elduvík verður valt í gamla skúlanum í bygdini.
Teir tríggir í valnevndini, Anfinn Clementsen, Poul Johannes Reyná og Dánial Martin Hansen greiddu frá, at 13 fólk hava atkvøðurætt í Elduvík. Men klokkan 12.30, tá ið vit vóru á gátt, hevði enn ongin verið á valið. Men vænta teir, at tá ið valstaðið stongir í kvøld, so hava flest øll verið á valið.
