KONFIRMATIÓNIR PÁLMASUNNUDAG OG DÝRA BIÐIDAG Í NES PRESTAGJALDI. FRÁ 2026 AT ROKNA
Kunning frá kirkjuráðunum báðum:
Lýsing:
Konfirmantarnir í Nes prestagjaldi ganga í tveimum skúlum – Tofta skúla og skúlanum í Eysturkommunu. Skúlin í Eysturkommunu hevur konfirmantar í tveimum prestagjøldum – Nes prestagjaldi og Fuglafjarðar prestagjaldi. Hetta ber rættiliga fitt av samskipan við sær, tí talan er um tvey prestagjøld, tríggjar kommunur, tríggjar skúlar og fleiri bygdir. Samstarvið við allar partar hevur verið fyrimyndarligt.
Til tess at fáa alt at passa sum best, hava konfirmantarnir í Nes prestagjaldi og Fuglafjarðar prestagjaldi, bæði vár og heyst, tí gingið til somu dagar. Fyrirreikingin byrjar á heysti í 7. flokki, og verða tey fyrstu fermd pálmasunnudag.
Eftir hetta hava heystkonfirmantarnir bíðað við at hitst, til einaferð í september, sum tey eru byrjaði í 8. flokki, og eru síðani vorðin fermd 1. sunnudag í oktober. Tey hava tá ikki gingið til umaftur, tí at konfirmantlestur teirra var saman við várkonfirmantunum.
Broytingin:
Ásannandi, at íðan leingi hevur verið millum várkonfirmatiónina og til prestur og heystkonfirmantar aftur hittast, og at tað ikki ber til at biðja um fríloyvi frá skúlunum einaferð afturat, hava kirkjuráðini í Nes kirkjusókn og Gøtu kirkjusókn tikið avgerð um at flyta heystkonfirmatiónina til dýra biðidag – hetta frá og við 2026 at rokna.
Mett verður, at á henda hátt verður talan um eina felags ferð, frá tí at konfirmantar byrja at ganga til, og til tey verða fermd. Byrjað verður framvegis á heysti og lisið fram til várkonfirmatiónina. Broytingin er nú, at tað ganga einans smáar fimm vikur til seinnu konfirmatiónina, og øll soleiðis fermd ár vári í 7. flokki.
Soleiðis samtykt á fundi í:
– Gøtu kirkjuráði hin 21. august 2024.
– Nes kirkjuráði hin 26. august 2024.
Konfirmantadagfestingarnar eru sostatt:
2025: 13. apríl í Gøtu kirkju og 5. oktober í Fríðrikskirkjuni.
2026: 29. mars í Fríðrikskirkjuni og 1. mai í Gøtu kirkju.
2027: 21. mars í Gøtu kirkju og 23. apríl í Fríðrikskirkjuni.
2028: 9. apríl í Fríðrikskirkjuni og 12. mai í Gøtu kirkju.
2029: 25. mars í Gøtu kirkju og 27. apríl í Fríðrikskirkjuni.
2030: 14. apríl í Fríðrikskirkjuni og 17. mai í Gøtu kirkju.
Kirkjuráðini