Í gjár, 28. apríl, hevði Kongshavnar kvinnufelag aðalfund í bátafelagnum á Bakka.
Felagið skrivar soleiðis:
Nýggja nevndin er: Fríðbjørg Weihe, Anna Tróndargjógv, Selinda í Heiðunum, Sigrun K. Jónsveinsdóttir, Sigrid J. Dalsgaard. Tiltakslimir eru Maria Hansen og Beata R. Hansen.
Maria Hansen hevur verið kassameistari í 29 ár og felagið takkar henni fyri megnar arbeiði. Altíð greitt og væl frágingið. Josfrid Danielsen hevur somuleiðis verið nevndarlimur og arbeitt fyri felagið í fleiri áratíggir og felagið takkar fyri henni fyri hetta megnar arbeiði.
Nýggja nevndin skipar seg á komandi fundi.
Beata R. Hansen er vald at umboða felagið í KSF, Kvinnufelagssamskipan Føroya.
Uppskot um valevnið til sess í nevnd fyri grunnin, kvinnuhúsið og kreppumiðstøðin: Sigrun K. Jónsveinsdóttir.
Sigrid J. Dalsgaard hevur røkt hesar sessir í ávíkavist seinastu 2 og 4 árini.
Umboð fyri Kongshavnar kvinnufelag fer í næstum, saman við umboðum fyri hinum feløgunum í KSF, at luttaka á fundi við landsstýriskvinnuna í heilsumálum.
Farna árið hevur verið hendingarríkt,
– við Femifagnaður konsert, har ágóðin fer til Grannakaffi. Fundurin avgerð, at Kongshavnar kvinnufelag letur 7.500 kr til Grannakaffi. Hetta er meir enn inntøkurnar frá terminalinum og kassanum.
– Tveir valfundir til kommunuvalið
– Okkara luttøka í Kvinnufelagssamskipan Føroya tiltøkum fyri at fyrireika fólk til kommunuval.
– Tær góðu lív – tiltak við Rigmor Restorff Dam
Skriv saman við øðrum kvinnufeløgum:
– Skriv um hjúnarbandslóg og aldur
– Skriv um átøk í krabbameinsætlanina
Á fundinum komu fleiri uppskot frá limum, um hvat arbeiðast skal við komandi árið, við dent á hvussu kvinnufelagið kann seta fokus á mál í samfelagnum, sum tørva umrøðu.