Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.04.2025 10:51

Konsert í miðhøllini

Fuglafjarðar skúli

Kór og tónleikahold skúlans á konsertferð í næstum.

Kór og tónleikahold skúlans fara í næstum á konsertferð til Ålborg. Ferðin verður 21.apríl – 28.apríl.

Ferðin er komin soleiðis í lag, at næmingar og lærarar longu við skúlaársbyrjan settu sær fyri at gera eina fullfíggjaða konsertskrá, sum tey síðani hava vant miðvíst.

Nú stundar so til ferðina, har tey m.a. framføra á skúlum í Ålborg – og harumframt eisini til Grøn Skole konference, har 25 skúlastjórar í Ålborg savnast at viðgera burðardygd innan skúlans gátt.

Umframt tónleikaframførslur, vitjar føroyska ferðalagið úr Fuglafjarðar skúla eisini býráðið í Ålborg – Fuglafjørður og Ålborg eru nevnliga vinabýir.

Týskvøldið 8.apríl kl. 19 verður møguleiki at hoyra og síggja næmingarnar framføra teirra konsertskrá í miðhøll skúlans; og har eru øll hjartaliga vælkomin.