Mynd: Trúboðin
Hóskvøldið 20. apríl kl. 19.30 verður konsert við Lyndu Randle.
Lynda Randle er sera kend innan kristiligan tónleik, og hevur verið í fremstu røð síðan 1998, tá hon bleiv serliga kend við sanginum ”God on the Mountain”. Síðani hevur hon útgivið eina ørgrynnu av fløgum og eru nógvir av hennara sangum kendir í Føroyum.
Lynda hevur givið okkum eina ábending um, at vit møguliga fáa okkurt lag, sum ikki er sungið á konsert fyrr. Tí verður talan um eina frumframførslu av einum ella tveimum sangum, so hetta eru vit eisini sera spent uppá.
Atgongumerki kunnu keypast í forsølu inntil á miðnátt 19. apríl 2023 fyri 395 kr. Eisini kunnu atgongumerki keypast við dyrnar, men tá er prísurin 500 kr.
Konsertin verður í Kelduni í Skálafirði, og opnar Keldan móttøkuna kl 17.30, har atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Eisini er møguleiki at ogna sær eitthvørt av søluborðinum hjá Lyndu Randle.
Matstovan í Kelduni er eisini opin frá kl 17.30 og inntil konsertin byrjar.
