Í hesum døgum fyrireikar Silvitni seg til fyrstu luttøkuna á altjóða kórkapping.
22. mars fara vit til Italia til festivalin “Vox Lucensis” í vakra býnum Lucca, har 22 kór úr ymsum londum runt heimin savnast.
Í sambandi við ferðina skipa vit fyri eini konsert, áðrenn vit fara av landinum, har vit framføra alt tilfarið, sum vit taka við okkum til Italia.
Hevur tú hug at hoyra eina stóra og góða altjóða sangskrá við tulkingum, sum vit hava vant nógv og hart seinastu tíðina, ert tú vælkomin í Gøtu kirkju 17. mars.
Vit gleða okkum at framføra fyri tykkum og vóna at tit møta fjølment.
Konsertin er ókeypis, men ein sovorðin verkætlan er kostnaðarmikil, og tí ber til at lata okkum ein peningagávu. Vit eru sera takksamar fyri alt, ið kemur inn.