Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.04.2025 08:15

Kvinnuhúsið havt vitjan av landsstýrismanninum

Mynd: Almanna- og mentamálaráðið

Almanna- og mentamálaráðið

Í gjár vitjaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Kvinnuhúsið. Landsstýrismaðurin fekk á vitjanini høvi at síggja umstøðurnar og fekk eisini frágreiðing um virksemið hjá Kvinnuhúsinum.

Kvinnuhúsið hevur virkað síðani 1990, við Kreppumiðstøð fyri harðskapsraktar kvinnur og børn teirra, har tey kunnu búgva styttri tíðarskeið, fáa friðskjól og ráðgeving. Síðani á heysti 2023 hevur tilboð um ambulanta ráðgeving, skipað í  “Liv uttan harðskap”, veitt hjálpt til harðskapsrakt, bæði kvinnur, menn og avvarðandi. Við nýggju heildarætlanini eru somuleiðis fleiri nýggj átøk sett í verk, bæði við sálarligum viðgerðartilboðum til vaksin og børn, sjálvhjálparbólkum og við átøkum við eftervernd í netverkum.

Seinasta heyst lat nýggi Vitanardepilin upp sum partur av Kvinnuhúsinum. Við hesum nýggja átaki eru lunnar lagdir undir fakligari menning, m.a. at innsavna og skipa hagtøl og fakligt tilfar, og at menna og føroyska tilfar at lýsa harðskapsøkið eins og at skipa skeið og skapa eitt felags mál fyri harðskapsøkið, so bæði leik og lærd kunnu fáa somu fatan av fakhugtøkum. Her verða upplýsing, kunning, undirvísing og samskifti týðandi tilgongdir.

Á vitjanini varð tilmælið um átak 17, at skipa hotline/hjálparlinju fyri harðskapsrakt, og tilboð fyri fremjarar, handað landsstýrismanninum. Tað hevur síðani februar mánaða verið arbeitt við hesum tilmæli, sum hevur til endamáls at skipa hjálparlinjuna, eitt dulnevnt tilboð til bæði harðskapsrakt, avvarðandi, fakfólk og fremjarar.

Júst eitt tilboð, sum hetta, var tað, sum fylti mest frá øllum pørtum, tá skipað varð fyri hoyring í tilgongdini at fyrireika heildarætlanina 2023-2028. Tilmæli er tí kærkomið og tað er átrokandi at fara undir tilgongdina, fyri sum skjótast at røkka hesum máli”, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum

Í arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað tilmælið, vóru :

  • Anna Katrin Matras, fulltrúi og samskipari av Sig frá-verkætlanini í Almanna- og mentamálaráðnum.
  • Eyðvør Tausen Olsen, leiðara í Kvinnuhúsinum
  • Rakul Dalsgaard-Jakobsen, samskipara av Vitanardepilinum í Kvinnuhúsinum
  • Judith Signhild Finnsson, harðskapsfakligur ráðgevi í í Kvinnuhúsinum