Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.02.2024 15:39

Kvinnuliðið fingið nýggjan leikara

Emma Skovmand og Egi G. Danielsen, formaður í StÍF (Mynd: StÍF)

StÍF

Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur fingið ein nýggjan leikara, sum fer at spæla við liðnum restina av hesum kappingarárinum.

Leikarin er Emma Skovmand, og kemur hon úr Danmark. Emma er 25 ár og spælir høgri bakkur. Honn hevur spælt við HF Sønderborg, Sønderjyske Ungdom, Sønderjyske og IK Skovbakken.

Emma er spent at spæla við Stíf og at geva sítt íkast til hondbóltin og trivnaðin í StÍF.

StÍF bjóðar Emmu at vera vælkomin í felagið.

Spjaldur