Løkshøll
Lagt verður upp til eitt rimmar kvøld, tá nakað av tí besta av tí lokala verður sett á skrá til kvøldsetuna í Løkshøll sunnukvøldið 7. juli kl. 19.00.
Sum partur av Eystanstevnuni verður skipað fyri góðum hugna við framførslum, undirhaldi og felagssangi. Á skránni eru Nes Sóknar Musikkfelag, Kór Glyvra Kirkju, Felagssangur við Terja B. Vestergaard, og skemt við Bill og Tobba.
Í steðginum er møguleiki at keypa sær kaffi og okkurt gott afturvið. Atgongumerki á 100 kr (umframt avgjald) kunnu keypast á loksholl.fo og við dyrnar ein tíma undan kvøldsetuni.