Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.04.2024 13:49

Kvøldskúlaframsýningin 2024

Mynd: Stranda Kvøldskúli

Stranda Kvøldskúli

Sunnudagin 14. apríl, kl. 15:00-18:00, verður árliga framsýningin hjá kvøldskúlanæmingum í Stranda skúla.

Tóra Joensen setir framsýningina kl. 15.

Beint eftir setanina fer Stranda Sangkór, sum aftur í ár hevur verið partur av kvøldskúlaskránni, at syngja nakrar sangir. Eisini verður kaka og kaffi at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.