Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.04.2025 08:29

Kvøldskúlaframsýningin 2025

Stranda Kvøldskúli

Sunnudagin 6. apríl, kl. 14:00-18:00, verður árliga framsýningin hjá kvøldskúlanæmingum í Stranda skúla.

Drós Ellingsgaard, forkvinna í Mentanar- og Frítíðarnevndini, setir framsýningina kl. 14.

Beint eftir setanina fer Stranda Sangkór, sum aftur í ár hevur verið partur av kvøldskúlaskránni, at syngja nakrar sangir. Eisini verður kaka og kaffi at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.