Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2025 08:36

Landsstýriskvinnan vísir dyggan stuðul til Grønland og grønlendska fólkið

Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Á skránni í Nuuk hava verið fundir við landsstýrisfólk í grønlendsku stjórnini, ið varða av ávikavist uttanríkis- og vinnumálum.

Landsstýriskvinnan legði á øllum fundum dent á, at Føroyar stuðla Grønlandi og standa lið um lið við grønlendska fólkinum í hesum tíðum.

Á fundinum við Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum og gransking, varð millum annað spenta støðan í heiminum og tess ávirkan í arktiska økinum umrødd, umframt komandi formansskapurin hjá Grønlandi, Føroyum og Danmark í Arktiska ráðnum, sum byrjar í mai. Eisini varð skift orð um hættir at styrkja sínámillum samstarvið millum Føroyar og Grønland enn meira.

Landsstýriskvinnan og Naaja H. Nathanielsen, ið millum annað varðar av vinnumálum, góvu innlit í raðfestingar innan vinnuøkið í ávikavist Føroyum og Grønlandi, og umrøddu møguleikar at økja um samstarvið, bæði innan handil, flutning og onnur øki. Eisini vístu báðir partar á týdningin av, at londini í útnorðri raðfesta eitt styrkt samstarv.

Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í vinnumálum

Landsstýriskvinnan vitjaði somuleiðis grønlendska tingið, Inatsisartut, har hon hitti Pipaluk Lynge, forkvinnu fyri grønlendsku uttanlandsnevndina.

https://embed.bsky.app/embed/did:plc:bcx2or6xjxpzbr4l7omuu6sp/app.bsky.feed.post/3lnnwcylxxc2u?id=1615801304463529&ref_url=https%253A%252F%252Fwww.uvmr.fo%252Ffo%252Fkunning%252Ftidindi%252Flandsstyriskvinnan-visir-dyggan-studul-til-groenland-og-groenlendska-folkid&colorMode=system