Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.04.2025 08:16

Langafríggjadagur

Langafríggjadagur (fríggjadagurin í dymbildagavikuni) er dagurin, tá ið Jesus doyði á krossinum.

Hann hevur tókst langligur av tí sorgarlag, sum yvir honum hvíldi, tí hann var hildin til minnis um pínslu og krossfesting Krists.

Hesir dagarnir í dymbildagaviku vórðu hildnir við strangari føstu, og nógvir vóru siðirnir viðvíkjandi matarhaldi og arbeiðslagi og øðrum hesar dagar.

Langafríggjadag verður flaggið vundið á hálva stong.

Flaggið verður vundið á stong kl. 8, tó ikki fyri sólarris, og tikið niðuraftur fyrsta heila klokkuslag undan sólsetri, tó ikki seinni enn kl. 21.

Kelda: Wikipedia