Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.04.2025 16:21

Lea Sofía Skaalum nýggj forkvinna

Mynd: Diabetesfelag Føroya

Diabetesfelag Føroya

Nevndin í Diabetesfelagnum hevur nú skipað seg av nýggjum eftir aðalfundin tann 11. mars, og Lea Sofía Skaalum er nýggj forkvinna
Tann 3. apríl 2025 hevði Diabetesfelagið fyrsta nevndarfundin eftir aðalfundin í síðsta mánaði. Á fundinum skipaði nevndin seg við Leu Sofíu Skaalum sum forkvinnu, Grími Kamban Mortensen sum næstformanni, Allani Skaalum sum skrivara, Mouritsi Joensen sum kassameistara og Terja á Lakjuni sum nevndarlimi. Brynhild Thomsen og Bára Joensen eru tiltakslimir.
Á myndini síggja vit frá vinstru Grím, Leu og Allan. Mourits og Terji vanta á myndini.

Nýggja nevndin umrøddi eisini ætlanir um limafundir og onnur tiltøk, sum verða sett á skránna í komandi tíðum.

Felagið takkaði fráfarandi forkvinnuni
Á aðalfundinum 11. mars helt May-Britt Skoradal, sum hevur verið forkvinna í næstan 10 samfull ár, sína seinastu forkvinnufrágreiðing. Nú legði hon frá sær, og felagið gav henni sína tøkk fyri hennara dygdargóða arbeiðið.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.
May-Britt hevur við kønari hond staðið á odda fyri felagnum og verið ein dyggur og trúgvur forsprákari fyri bøttum umstøðum fyri fólk í Føroyum við diabetes.
Diabetesfelagið ynskir henni alt tað besta við nýggju avbjóðingunum.

Birita Kristoffursdóttir Samuelsen stillaði heldur ikki upp aftur til nevndina hesaferð, og felagið vil somuleiðis takka henni fyri vala íkast hesi farnu árini til frama fyri fólk í Føroyum við diabetes.

Eftir aðalfundin helt Herborg Johannesen, yvirlækni frá Steno Miðstøð Føroya. áhugaverda framløgu, har hon m.a. greiddi frá nýggjari kanning, sum vísir, at fólk við typu1-diabetes í Føroyum eru sum heild væl regulerað og betur enn í londum, vit annars samanbera okkum við. Og góðu úrslitini eru tey somu uttan mun til, um fólk brúka pumpu ella penn.