Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.03.2025 19:09

Leygardagin verður FM i inniróðri í Skúlanum við Streymin

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Róðrarsamband Føroya boðar, frá at hóast freistin ikki er úti fyrrenn á midnátt, so kann longu nú staðfestast at metluttøka verður í ár. Higartil hava áleið 140 luttakarar melda til og tað fegnast Róðrarsambandi um.

Kappast verður í einstaklingakappingum, 2000m, 500m sprint og minutt rógving fyri juniorar. Somuleiðis verður vælumtøktu liđkappingarnar fyri børn og vaksin er sjálvandi eisini á skrá, sigur Róðrarsamband Føroya.