Tíðindaskriv
LÍV og Norðoya Sparikassi flyta inn í nýggjan bygning á Óðinshædd í Havn. Tað er LÍV, sum letur
bygningin byggja, og verður hann liðugur á sumri 2025.
Nýggi bygningurin er í trimum hæddum. Norðoya Sparikassi og LÍV fara at leiga ávikavist niðastu
og ovastu hædd, meðan miðhæddin ætlandi verður skrivstovuhotell, sum passar væl til smærri
feløg og fyritøkur. Bygningurin lýkur øll nútíðarkrøv og hevur fokus verið á nýtsluna í
bygninginum. Varandi orka verður nýtt til at hita bygningin, ið er bygdur við tilfari, sum krevur
lítið viðlíkahald. Fyri leigaran hevur fokus verið á ljós-, luft- og ljóðviðurskifti. Arbeitt verður eisini
við møguleikanum at seta sól-panel á takið.
Virksemið hjá Norðoya Sparikassa í Havn er nógv vaksið, síðani deildin læt upp í 2007. Hóast tað
er trupult at flyta, fær Norðoya Sparikassi ein tíðarhóskandi bygning, sum ikki er so langt frá
núverandi staðseting.
”Í tilgongdini at finna nýggj høli, varð tað skjótt greitt, at bygningurin kundi nøkta tørvin hjá
sparikassanum framyvir. Eisini letur nýggi bygningurin upp fyri, at kundar kunnu fáa fleiri
fíggjarligar tænastur á sama stað” sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.
LÍV hevur hildið til í Kopargøtu í nógv ár, men hevur viljað flutt inn í meira tíðarhóskandi høli til
frama fyri kundarnar og starvsfólkini.
”Tað verður kensluborið at flyta úr Quillingsgarði, men nýggi bygningurin fer at geva felagnum
nýggjar møguleikar og at bøta um atkomuligheitina til felagið” sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.
Av tí at bygningurin fer at hava ymiskar leigarar, er ætlanin at skipa fyri einari navnakapping til
bygningin. Hetta skal stuðla upp undir samleikan og gera tað lættari at vita, hvar bygningurin er
staðsettur og hvat virksemið verður í bygninginum.