Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.10.2024 15:42

Løgmaður á Norðurlandaráðsfund í Reykjavík

Mynd: Løgmansskrivstovan

Løgmansskrivstovan

NORÐURLANDARÁÐIÐ: Løgmaður luttekur á árliga ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum. Fundurin verður hesa ferð hildin í Reykjavík í døgunum 28. til 30. oktober. 

Ársfundurin í Norðurlandaráðnum verður hildin fyri 76. ferð. Høvuðsevnið á ársfundinum hesa ferð er “friður og trygd í Arktis”.

Dagføring av Helsingsforsavtaluni

Eitt, sum er sermerkt fyri ársfundin í ár er, at eitt uppskot at dagføra Helsingforavtaluna fyriliggur. Ein møgulig dagføring fer at styrkja luttøkuna hjá Føroyum, Grønland og Álandi i norðurlendska samstarvinum, og verður eitt týðandi stig móti  arbeiðinum at tryggja Føroyar sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.   

Fylg við her

Ársfundurin verður settur týsmorgunin 29. oktober og, løgmaður heldur røðu týsdagin seinnapart.

Til ber at fylgja við ársfundinum beinleiðis her.