Landsstýrissessurin hjá Ingilín D. Strøm hevur staðið tómur síðani 24. oktober, tá ið hon var kroyst at leggja frá sær. Síðan tá hevur løgmaður umsitið málsøkið.
Men nú boðar Løgmansskrivstovan frá, at Aksel V. Johannesen løgmaður fer at tilnevna nýtt landsstýrisfólki í dag kl. 14.00.
Móttøkan verður í Tinganesi og er ikki almenn.