Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.03.2025 13:10

Løgmálaráðið stuðlar 11 útoyggjaverkætlanum

Løgmálaráðið

27 umsóknir komu inn um stuðul til útoyggjamenning í ár. Av teimum fáa 11 verkætlanir stuðul. Søkt var tilsamans um 4,3 mió. kr. Stuðulsjáttanin er 1,1 mió. kr. 

Endamálið við játtanini er at stuðla verkætlanum, sum menna føroysku útoyggjarnar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

Útoyggjar, sum koma undir hesa skipan, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Býtið av stuðli til útoyggjamenning sæst í talvuni niðanfyri. 

Oyggj/felagJáttað upphædd (kr.)
Svínoy100.000
Fugloy70.000
Skúvoy360.000
Mykines145.000
Hestur145.000
Stóra dímun70.000
Kalsoy10.000
Útoyggjafelagið200.000
Tilsamans1.100.000