Føroya Politi
Vit hava fingið fleiri fráboðanir síðstu løtuna um, at tað er ógvuliga hált á landsvegunum kring landi. Nakrir bilførarar eru farnir út av vegnum í bili sínum vegna hálku.
Landsverk er úti og saltar.
Verið altíð ansin – serliga tá tað er hált.