Løgtingið
Løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen við embætisfólki vitja í hesum døgum í Grønlandi. Mimi Karlsen, forkvinna fyri Inatsisartut, er vertur fyri vitjanini. Forkvinnan er farin til Nuuk at kunna seg um arbeiðið og mannagongdir í Inatsisartut, grønlendska tinginum, og at samskifta um mál og royndir av felags áhuga.
Tað er umráðandi, at vit knýta tøtt bond ímillum fólkavaldu ting okkara. Vit hava nógv at samstarva um og at skifta vitan um. Hetta eru avbjóðandi tíðir, nú Grønland veruliga er komið í brennidepilin. Tí vil eg eisini vísa Grønlandi og teirra fólkavaldu okkara stuðul til, at tað er grønlendska fólkið, ið eigur rættin til at avgera framtíð sína, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Umframt at tosa saman um ymiskar mannagongdir og skipanir í tingunum báðum, fekk føroyska fylgið eina gjøgnumgongd av nýggju lóggávuni, sum forðar fyri, at grønlendskir flokkar verða stuðlaðir við útlendskum pengum. Eitt mál, sum løgtingsforkvinnan ynskir at taka upp við flokkarnar á Løgtingi.
Vitjað hevur eisini verið á grønlendska tjóðsavninum, á býarsavninum í Nuuk, hjá Umboðsmanninum, umframt at sæð nógva virksemið í ymiskum býarpørtum í grønlendska høvuðsstaðnum.
Blíðskapurin hevur verið stórur, og borðreitt er fyri føroysku gestunum við alskyns góðum grønlendskum mati, veiddur á sjógvi og landi. Hósdagin fer fylgið við flogfari heimaftur av nýggja altjóða flogvøllinum í Nuuk.