Løgmálaráðið
Løgtingslógin gevur kommununum heimild til at krevja tænastugjald frá eigarum av býlum, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum.
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, fegnast um, at Løgtingið hevur samtykt lógina:
Kommunurnar í Føroyum hava í mong ár ynskt at fáa heimild at áseta gjald fyri tænastur á tóm býli. Tómir bústaðir er ein avbjóðing í øllum landinum og við hesi heimild kunnu tænastugjøldini lætta um fíggjarligu byrðuna hjá einstøku kommununum, sum hava útreiðslur av, at býlir standa tóm.
Løgtingslógin gevur einstøku kommununum møguleikan at fáa goldið ein part av útreiðslunum aftur, sum tær hava til býlir, har eingin er skrásettur at búgva og kommunurnar tí ongar skattainntøkur fáa í sambandi við hesi býli.
Tær einstøku kommunurnar velja sjálvar, um tær ynskja at nýta heimildina at krevja tænastugjald.