Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2023 14:35

Losjan Glotti í Gøtu er 92 ár í dag

Mynd: Losjan Glotti

Í dag eru 92 ár síðani Losjan Glotti í Gøtu varð sett á stovn. Byrjað varð at byggja Losjuhúsið í 1936, og varð húsið tikið í nýtslu í 1939 sambært gerðabókini yvir limafundir. Tað eru skrásettir 2350 fundir, síðani losjan var stovnað, og eru allar fundarfrásagnir tøkar síðani 8. november 1931.

Losjan hevur verið sera virkið felag í øll hesi ár. Tað hava sjónleikir verði spældir mest sum á hvørjum árið síðan 1931 og soleiðis er eisini í ár.

Sjónleikurin “Pippi heldur jól” verður frumframførdur í Losjuni sunnudagin og verður hann sýndur fram til hálvan desember. 

Losjan virkar eisini sum eitt slag av bygdar- og mentanarhúsið, og hava nógvir tónleikarar í gjøgnum árini í nærumhvørvinum havt sítt stað har, og nógvar veitslur og tiltøk verið. Eisini er ungdómsarbeiði, dramaundirvísing og dansur.

Endamál felagsins er at arbeiða fyri friði í heiminum, brøðralagi og er eitt stað fyri øll, ung sum eldri at vera saman í einum rúsfríum umhvørvi.

Losjan Glotti