Fótbóltssamband Føroya
Nú er greitt, hvørji lið hava spælt seg í fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið. Dystirnir verða spældir 2. páskadag, mánadagin 21. apríl.
B71 og B68 vóru síðstu liðini, ið tryggjaðu sær pláss í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum.
Á Hoyvíksvøllinum vunnu sandoyingar mikukvøldið 2-1 á FC Hoyvík, meðan B68 vann 4-0 á heimavølli móti ÍF.
Mánadagin vann KÍ 2-1 í Gundadali ímóti HB, Víkingur vann 3-1 á NSÍ, á Skála vunnu heimamenninir 8-0 á TB, á Dungasandi vann B36 3-1 á 07 Vestur, og Inni í Víka á Argjum vann AB ein tepran 1-0 sigur á FC Suðuroy.
Í fjórðingsfinalunum, sum verða spældar mánadagin 21. apríl, sum er 2. páskadag, møtast liðini soleiðis: Víkingur – Skála, KÍ – B36, B71 – B68 og EB/Streymur – AB. Í Klaksvík og á Eiði byrja dystirnir klokkan 15:00, meðan fyrsta bríksl í Sarpugerði og Inni í Dal á Sandi verður klokkan 17:15.
Aftaná dystin millum B71 og B68 verður lutakastið til hálvfinalurnar. Lutakastið verður sent beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. mai, og 18. og 19. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 31. oktobur.