Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.05.2024 20:46

Magnus Rasmussen: Eg umhugsi ikki at lima meg úr flokkinum

Mynd: Sambandsflokkurin

Tað hevur skapt eina ávísa ónøgd, serliga í Sambandsflokkinum, eftir at flokkurin, sum andstøðuflokkur, kom inn og bjargaði samgonguni í málinum um Gongd í haga.

Einum málið, sum landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi átti.

Fyrr í dag frættist so, at ein av tungu dreingunum í flokkinum, fyrrverandi landsstýrismaðurin og løgtingsmaðurin, Bjørn Kalsø, hevði tikið seg úr sum lim í flokkinum, tí hann var so misnøgdur við landbúnaðarpolitikkin hjá Sambandsflokkinum.

Bjørn Kalsø, sum eisini er bóndi á Syðradali, hevur alment givið fleiri ferðir til kennar hvussu ónøgdur hann er um ferðavinnulóggávuna hjá Høgna Hoydal.

Eisini Magnus Rasmussen í Lamba, sum bæði er bóndi og sambandsmaður er misnøgdur við landbúnaðarpolitikkin og málið um Gongd í haga.

Tað sást eisini aftur til atkvøðugreiðsluna til 3. viðgerð, tá ið uppskotið endaliga var samtykt týsdagin í hesi vikuni. Tá atkvøddi hann, sum einasti sambandsmaður, ímóti uppskotinum.

Magnus Rasmussen sigur við Eysturoyarportalin í kvøld, at tað er rætt, at hann ikki tók undir við málinum og atkvøddi eisini ímóti tí. Tað sum honum ikki dámar við lógini er í stuttum tað, at ræðisrætturin verður skerdur. Víðari sigur hann eisini, at hann ikki umhugsi at lima seg úr flokkinum.

Á løgtingsvalinum 1.september 2015 varð hann á fyrsta sinni valdur í Løgtingið, hann fekk 503 atkvøður, ið var fjórð flest hjá Sambandsflokkinum.

Hann hevur eisini sitið sum landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum fyri Sambandsflokkin frá 2021 til 2022.