Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2023 11:13

Magnus Rasmussen um Norsku Løvu: Eg haldi meg vita, hvar á leið hon liggur

Mynd: Magnus hyggur útyvir Lambavík (Eysturoyarportalurin)

Undirritaði hevði avtalað at møtast heima á bóndagarðinum hjá løgtingsmanninum Magnusi Rasmussen í Lamba kl 10.00 henda mánamorgunin at tosa um Norsku Løvu.

Tað var kanska lagnunnar speisemi, sum spældi eitt jaligt puss. Men beint fyri kl. 10.00 henda morgunin, undirritaði skuldi møta í Lamba, komu boð um, at beint uttan fyri vindeygað hjá løgtingsmanninum lá Artisk Kommando og fiskaði minur upp úr sjónum. So undirritaði møtti ikki til tíðini á bóndagarðinum, sum avtalað var. Bóndin sat tí og bíðaði eina løtu.

Men væl var ein móttikin allíkavæl, sjálvt um nakrar minuttir ov seinur. Gott nokk goyði hundurin, tá trinið varð innar. Men skjótt var friður á honum, tá hann var kíndur eina løtu. So bjóðaður beint inn í hugnaliga køkin. Tað var næstan sum at trína inn í ein annan heim, klæddur við træ og gjørdur upp á gamla føroyska máta. Høvdu hesir veggir kunnað tosað, so mundu nógvar spennandi søgur verið komnar undan kavi.

Bóndahúsini í Lamba

Sum ikki løgið var, fall prátið fyrst inn á forvitnisliga virksemið, ið fór fram á Lambavík henda morgunin. Skálkasmílið segði nokk, at løgtingsmaðurin visti meira, enn hann lætst. Men eftir tað, var so at siga alt spektrumið vent og snarað, alt frá politikki til Eurovision, veiðumentanina á bygd og caffélatté fólkini í Tórshavn.

Men eftir at fyrsti vælsmakkandi kaffimuðurin var farin niðurum, fall prátið inn á evnið, sum undirritaði var komin til Lamba at hoyra meira um, nevniliga hugtakandi og gátuføra skipið Norsku Løvu, sum nýggjársaftan í 1707 rak á land á Lambavík.

Hetta hevur altíð fylgt mær, heilt síðani eg var smádrongur. Eg eri uppvaksin við søguni um Norsku Løvu. 

Her vit nú sita, var alt av skipinum drigið niðan úr fjøruni og inn higar. Alt sum bjargað varð, kom inn her. Veitst tú; tá var bert tann eini bústaðurin í bygdini, og tað var her!” 

Á hesum seinasta túrinum fór Norska Løva úr Keypmannahavn 4. desember 1707. Ódnarveður brast á, og 18. desember sló toran niður í skipið. Dagin eftir avgjørdi Roluf Meincke skipari at kappa høvuðsmastrina. 

Norska Løva strandaði nýggjársaftan í Føroyum í Lamba í Eysturoy og gjørdist vrak 4.januar 1708. Manning, peningur og stórur partur av førninginum var bjargað í land.

Umleið 100 mans komu livandi frá vanlukkuni. 

Tað var sum sagt nýggjársaftan, 31. desember í 1707, at Norska Løva, eisini nevnd »Norske Löve«, men tykist at hava itið »Nordiske Löve« ella »Nordische Löwe«, fórst á Lambavík.

“Lamba er nýggjársbygd, og nógv fólk sigst at hava verið í bygdini um hetta mundið, sjálvt um tað hevur verið myrkt og ódnarveður. Dagurin hevur verið stuttur, og skjótt skýmdi.

Hóast bert ein bóndagarður var í bygdini, búðu kanska áleið 40 fólk í Lamba. Norska Løva lá og rak fyri vág og vind í nógv samdøgur runt oyggjarnar. Hon var sædd bæði í Djúpunum og út fyri Nesi á Toftum, áðrenn hon rak á land í Lamba. Tí hava nógv fólk sæð, hvussu skipið hevur stríðst á sjónum hesar dagarnar, og tí man tað eisini hava verið so nógv fólk her í bygdini tann dagin, tá ið hetta hendi. Tí giti eg, at so nógv vóru við í sjálvari bjargingini, sum skjøl eisini siga frá.

Eisini hava óivað fólk runnið til nærmastu bygdirnar at boða frá. Tað er jú stutt bæði til Gøtu, út á Glyvrar og til aðrar til bygdir her á leið.

Nógvir lutir vóru bjargaðir hesa fyrstu náttina og dagarnar. Men eisini nógvur førningur bleiv burtur í sjálvari bjargingini. Tað er ein søga fyri seg, sum drúgt sjóforhoyr eisini var um árini eftir hesa hendingina. Tað vóru serliga syðrugøtu- og norðragøtumenn, sum vóru ákærdir fyri at hava stolið pening í sambandi við bjargingina. Men blivu teir allir frídømdir.

Skipsklokkan, sum varð bjargað, hongur í Havnar kirkju í dag. Hon hevur innskriftina: »Dansche ostindische Compagnies Scheb Nordische Löwe 1704 D. O. C.«

Ein vakurt prýddur bíleggarovnur av skipinum skal vera á bóndagarði á Velbastað (í Búðini).

Her á bóndagarðinum hevur eitt gamalt træborð staðið øll hesi yvir 300 árini. Nú stendur tað her í stovuni, men í dag er tað bert brúkt til prýði.

Træborðið sum stendur á Bóndagarðinum í Lamba

Men kanska mest spennandi og hugtakandi luturin, sum bleiv funnin frá Norsku Løvu, var tann sokallaða “gullleyvan”. Tað var systkinabarn langabba mín, Andrias Lamhauge, ið sum 12 ára gamal fann leyvuna í einum jarðarstykki her í Lamba í 1896. Tá hann kannaði tað nærri, vísti tað seg at vera eitt leyvuhøvd úr gulli, sum stavaði frá Norsku Løvu.

Gulleyvan stóð heima hjá teimum. Men nakar dagar eftir at hon var funnin, fóru feðgarnir í húsinum til útróðrar, og bert mamman og lítlu systrarnar vóru heima. Tá kom ein danskur prestur á gátt at siga farvæl við tey í bygdini, nú hann skuldi aftur til Danmarkar. Tá hann sær hesa vøkru og forvitnisligu leyvu, sigur hann við konuna í húsinum, at hann fegin vil keypa hana. Men konan sigur, at leyvan er ikki til sølu, men tá konan fór út úr stovuni eina løtu, var presturin snildur og gav lítlu systrunum 2 krónur, tók leyvuhøvdið og fór á dyr. Tá feðgarnir koma aftur at húsum og síggja, at leyvar er burtur, var Andrias bæði keddur og illur. Men vekk var hon.

Hvar tann gullleyvan nú er, er ein góður spurningur. Tað kundi verið áhugavert at farið at kannað tað meira. Tað skuldi ikki verið so trupult at kannað, hvørjir vóru prestar tá ið tíðin og gjørt eina veruliga kanning av málinum.

Annars gróvu teir í 1973 næstan alla urðina upp við gravmaskinum, tá ein stór leiting var gjørd at finna skipið, men har var ikki nógv at finna. Okkurt viðarsprek varð funnið, men einki nevnivert. Men abbi mín segði altíð, at teir leitaðu á skeivum staði. Teir skuldu nokk verið farnir nakað longri niðan ímóti bygdini at grivið.

Magnus frammanfyri urðina í Lamba

Eitt annað, sum eg haldi vera hugvekjandi og kanska gátuført við søguni um Norsku Løvu, er omanlopið, sum sigst vera lopið oman á skipið, meðan tað lá inni við land, tá tað strandað við staðið Ketil. Ongar skrivligar keldur eru um hetta vælsignaða omanlop, hvørki í rættarskjølum ella øðrum skjølum. Ein skuldi trúð, at ein so ógvuslig hending sum eitt omanlop var dokmenterað onkustaðni, men so er ikki. Í mínum hugaheimi er møguleiki fyri, at omanlopið ongantíð er hent, men kanska heldur var eitt skálkaskjól fyri at krógva okkurt sum hevði gingið fyri seg. Hvør veit!

Úti við landinum sigst omanlopið at hava verið, omanfyri staðið Ketil

Annars havi eg búð her í Lamba alt mítt lív, og tí havi eg eisini gingið nógv runt víkina. Og okkurt sigur mær, at eg haldi meg vita, hvar skipið, ella rættari sagt, ein partur av skipinum, liggur. Hesin steinurin, sum liggur í stovuni hjá okkum, er funnin á botninum á hesum staði, har eg haldi vrakið liggur, og har eru nógvir steinar av sama slagi. Fakfólk á økinum siga, at hesin steinurin er av granit og tí ikki føroyskur, men finst á t.d Bornholm. Og tí er ein góður møguleiki fyri, at hann hevur verið brúktur sum ballastasteinur á skipinum – tað segði fornfrøðingur fyri mær. 

Magnus við granitsteininum, sum óivað var brúktur sum ballastasteinur á skipinum

Áðrenn eg fór upp í politikk, gjørdi eg nógv við søguna um Norsku Løvu og kannaði ymisk í tí sambandi. Men seinastu árini hevur tíðin ikki rokkið til. Men eg havi tó ein dreym um at fara aftur at gera meira við kanningar- og leitiarbeiði av skipinum og teimum lutum, sum kunnu liggja fjaldir ymsastaðni. Tað skal nógvur peningur og fígging til tílík kanningararbeiði og útgrevstrar. Tí má eisini arbeiðast við at finna fígging.

Eg trúgvi annars fult og fast uppá, at vit einaferð fara at uppklára gátuna um Norsku Løvu. Vónandi um ikki alt ov leingi. Tað hevði verið sera stuttligt um tað hendi, sigur Magnus Rasmussen at enda.

Hildið verður, at ein partur av djórunum, skipið hevði við sær, eisini vórðu bjargað, og at avkom av teimum enn er í Eysturoy. Hetta kann lesast um í Varðanum.

Afturat hesi frásøgn kann verða nevnt, at eingin í Lamba nú á døgum tykist at vita nakað um, at djór vórðu bjargað av skipinum. Langfaramenn høvdu í gomlum døgum altíð livandi djór við um borð til matna á ferðini. Hetta hevur »Norska Löva«, sum ætlaði sær til Eysturindiu, ivaleyst eisini havt.

Lamba

Eitt modell av skipinum, gjørt av einum av manningini, sum bjargaðist, varð hongt upp í Havnar kirkju. Seinni fór tað til Eiðis kirkju. Har brotnaði tað. Brotini vórðu løgd á loftið hjá kirkjuverja í Havn. Í 1916 varð modellið gjørt í stand aftur á orlogsverftinum av modellmakara Dörge og sama ár aftur hongt upp í Havnar kirkju.

Handels- og Söfartsmuseet hevur ein ljósastaka av »Norsku Lövu«, sum er komin úr Føroyum við eini frú Hansen, ið sum ung sjúkrasystir hevði hann við sær úr Føroyum.

Keldur:

Varðin