Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.02.2025 14:12

Manslandsliðið úttikið

Pauli JACOBSEN, Leivur MORTENSEN, Pætur MIKKJALSSON, Kjartan JOHANSEN, Nicholas SATCHWELL, Hákun West AV TEIGUM, Vilhelm POULSEN, Tróndur MIKKELSEN, Peter KROGH and Ísak Jógvan Djurhuus VEDELSBØL, Slovenia vs Faroe Islands, Men's EHF EURO 2024 Germany, Berlin, Germany, 11.01.2024, Mandatory Credit © Axel Heimken / kolektiff

Hondbóltssamband Føroya

Landsliðsvenjararnir hava, í fyrstu atløgu, úttikið 14 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum í mars. Ivamál eru kring ávísar leikarar, og hava venjararnir tískil gjørt av at bíða við at úttaka tveir teir seinastu.

Hesir eru úttiknir til dystirnar:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

EM-undankappingardystirnir móti Niðurlondum verða leiktir, ávikavist á heimavølli Við Tjarnir, mikudagin 12. mars kl. 19.00, og á útivølli í Almere í Niðurlondum, sunnudagin 16. mars kl. 14.00, føroyska tíð.