Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.04.2025 21:35

Maritimur dagur á Vinnuháskúlanum

Tíðindaskriv

Tann 7. mai skipar Vinnuháskúlin, saman við føroysku reiðaríunum, fyri einum maritimum degi.

Endamálið er at kveikja áhugan fyri teimum mongu møguleikum innan maritimu vinnuna í Føroyum.

Á skránni verða framløgur og kjak.

Høvi verður eisini at heilsa uppá umboð fyri reiðaríini og møguleiki verður at seta spurningar.

Tað verður eisini møguligt at síggja Vinnuháskúlan og royna framkomna simulatorin.

Ein drekkamuður við frálíkum útsýni, verður at fáa uppi á brúnni.

Tiltakið er ókeypis og verður frá kl. 14.00 til kl. 17.00 á Vinnuháskúlanum í Nóatúni.

Hjartaliga vælkomin.