Martin Klein Joensen er aftur ljósabláur.
Víkingur skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Sum tað longu hevur ljóðað í fleiri miðlum, so er Martin Klein Joensen vendur heimaftur í Sarpugerð .
Martin, sum skoraði 16 mál fyri okkara besta lið í fjør, valdi eftir kappingarlok í fjør at fara til Íslands at royna seg, men serligar umstøður gera nú, at hann kemur heimaftur, og sjálvandi í ljósablátt .
Víkingur og Martin hava gjørt ein tvey ára sáttmála.