Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2024 12:11

Maskinskaði: Vatnorkuframleiðslan á Strond fer at liggja still restina av árinum

SEV

Vatnturbinan á Strond, sum bleiv verksett 24. oktober eftir høvuðsumvæling, er nú av ókendum orsøkum aftur í ólagi.

Undir royndarkoyringini hendi ein maskinskaði, sum neyðugt er at kanna nærri. Turbinan verður send til Andritz Jevnaker í Noreg til kanningar og umvæling, og tískil fer vatnorkuframleiðslan á Strond at liggja still restina av árinum.

“Turbinan hevði einans koyrt í hálvtannað samdøgur, tá skaðin hendi”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. “Tað er enn ilt at siga, hvussu leingi kanningar- og umvælingararbeiðið fer at taka.”

Nógv vatn er í byrgingini í Strandardali, og nú eingin vatnorkuframleiðsla er, rennir vatn av byrgingini.

Spjaldur