Lesarabræv/ Kommunuval 2024
Um okkara leiðir her á Skála og í Skálafirði hava vit nógvar møguleikar, har vit kunnu verða saman í okkara frítíð. Hetta er eitt nú innan ítrótt, trúarlív og í øðrum felagsskapum.
Einki kemur av sær sjálvum, og tað er at fegnast um, at vit hava nógv virkin fólk á økinum. Her kunnu millum annað nevnast: D9, Skála Kappróðrarfelg, Skála Ítróttarfelag, Eldrafelagið Kumlá, Bygdafelagið í Skálafirði, Bátafelagið, Virki samkomu og trúarlív, Fríøkið við Prestá, Jólagøtan á Gamlavegi, o.s.fr.
Men hvat er tað, sum bindur okkum saman, tá ið talan er um mentan? Hvat er okkara?
Á parkeringsøkinum við MEST er bumbuskýlið grivið fram og funnið. Ein stálpláta, ið var løgd omaná bumbuskýlið, tá ið parkeringsøkið bleiv gjørt, hevur ligið sum góð verja, soleiðis, at veggir og loft er heilt, og kann bumbuskýlið tí endurskapast. Hetta bumbuskýlið er helst tað einasta, ið er eftir í Føroyum eftir kríggið, og er tað tí nakað heilt serligt. Ikki bert er hetta partur av søguni á Skála, men í øllum Føroyum.
Runavíkar Kommuna, saman við Mest og fólki úr bygdini, áttu í felag at skapt eitt hvørt gott og spennandi á økinum. Tí kraftin og virknaðurin er sterkast, tá ið bygdafólkið, eldsálir og kommunan standa saman. Eitt dømi kundi verið, at sjálvt bumbuskýlið var gjørt í stand, og gjørt til eitt livandi savn. Her kundu fólk komi á vitjan og fingið søguna um sjálvt bumbuskýlið, og ta tíðina, ið tað var í nýtslu.
Aðrar bygdir hava megnað at endurskapað økir við eldri húsum og bygningum, til eitthvørt livandi innan mentan og søgu. Hetta eiga vit at taka til okkum, og eigur tað eisini at lata seg gera her á Skála.
Eftir áheitan frá borgara, vísti eg á hetta málið í kommununi, og tað var síðani sett á at grava bumbuskýlið fram.
Eg vil arbeiða víðari við hesum málinum!
Við vón um tín stuðul.
X við Paula Poulsen