Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.02.2025 16:30

Meting fyri viku 10, 2025

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í mánadagin. Tað hevur mest av hýsu og toski. Fimm frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vantandi landar okkurt í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður ikki gott, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Møguliga onkrir av teimum størru útróðrabátunum ger onkran túr.  Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.