Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.03.2025 14:00

Meting fyri viku 11, 2025

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí Hann er nýliga byrjaður túr, so um hann landar í vikuni, so verður tað síðst í vikuni. Fýra frystilínuskip eru við Ísland, tvey eru við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vantandi landar okkurt í vikuni.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar kongafisk og tveir fiska upsa.