Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.03.2025 08:00

Meting fyri viku 12, 2025

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Bæði liggja við bryggju, men vantandi fer annað avstað í vikuni Fýra frystilínuskip eru við Ísland, tvey eru við Eysturgrønland og trý eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu. Vantandi landar okkurt í vikuni.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit rokna við nógvum útróðri. Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiska upsa og ein fiskar tosk. Ein frystitrolarir fiska svartkalva.