Fiskamarknaður Føroya
Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í vikuni. Tað fiskar mest av longu og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fýra eru við Grønland, eitt er á og eitt er ávegis á Flemish Kap og so liggur eitt við bryggju. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður. Fiskaríið er smáligt. Tað eru fleiri, sum fiska við snellu.
Djúpvatnstrolarar: Trýggir fiska svartkalva og so er ein frystitrolari við Føroyar og ein er við Flemish Kap.