Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.04.2025 08:42

Meting fyri viku 18, 2025

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru við Eysturgrønland, eitt er á Flemish Kap og fimm eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður, veðri verður gott fyri tað mesta. Vit vantað nakað av fiski frá útróðrabátunum.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á Íslandsryggium og fiskar tosk, ein fiskar upsa og so er ein bretskum sjógvi og fikar svartkalva. Tveir landa vantandi síðst í vikuni, meðan tann triðji landar í aðru viku.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí.