Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2024 10:45

Meting fyri viku 6. 2024

Savnsmynd (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Samandráttur.

Línuskip. Eitt frystilínuskip er við Ísland og seks eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Okkurt línuskip fer avstað tá veðri batnar.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður hampuligt, so vit vanta nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Allir liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Partrolarar: Øll pørini liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Øll liggja við bryggju, men fara út tá veðri batnar.