Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.03.2023 12:20

Miðføstu sunnudagur í Nes prestagjaldi

Sunnudagin 19. mars 2023 verða hesar tænastur í prestagjaldinum:

– Gøtu kirkja kl. 11.00. Lestur.

Fríðrikskirkjan kl. 11.00. Gudstænasta. Altargongd. Øssur Kjølbro.

Í báðum kirkjum gongur talvan fyri *Breyð til heimin* hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Ítøkiliga verður stuðulin í ár latin til Turkalands og Sýria, har harðir jarðskjálvtar fyrst í árinum raktu so meint.

Vælkomin øll!