Skála Ítróttarfelag skrivar á heimasíðu síni í kvøld:
Skála ÍF og Rói Dahl Olsen hava í dag gjørt sáttmála fyri kappingarárið 2025.
Rói fyllir 24 um nakrar dagar, og burtursæð frá einum stuttum steðgi í FC Hoyvík, hevur Rói einans leikt fyri Skála ÍF. Ein keðiligur skaði í 2020 mundi gjørt enda á leikara yrkisleiðini hjá Róa, men miðvísur og áhaldandi sum Rói er, hevur hann strítt seg fram til at kunna leika aftur. Hetta kemur nú besta mansliðnum hjá Skála ÍF til góðar, har Rói er partur av hópinum hetta komandi kappingarárið.
Seinastu árini hevur Rói eisini leikt við 2.deild, umframt at hann er virkin í felagsarbeiðinum í Skála ÍF. Eftir seinasta nevndarval, tók Rói eisini við sum nevndarlimur í Skála ÍF.
Vit ynskja Róa og hinum bestu eydnu í komandi kappingarárið.