Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.03.2024 15:23

Móttøka í Vágum fyri fyrsta føroyska farmaflogfarinum 

Tíðindaskriv

Almenn móttøka fyri nýggja flogfarinum hjá FarCargo verður á flogvøllinum í Vágum týsdagin frá kl. 10:00 til 12:00. Vinnumálaráðharrin, Høgni Hoydal, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, bera fram røðu. Tónar frá Lenu og Niclasi verða at hoyra, og lætt ábit verður at fáa. 

Av trygdarávum er bert møguligt hjá innbodnum at sleppa út at síggja flogfarið. Øll onnur eru vælkomin at síggja flogfarið úr móttøkuhøllini.

Les meira um flogfarið og virksemið hjá FarCargo her: https://www.bakkafrost.com/fo/um-okkum/tidindi/farcargo-hevur-tikid-imoti-fyrsta-foeroyska-farmaflogfarinum