Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.10.2022 18:30

(Myndasavn) NSÍ hongur nú í tunnum tráði – Víkingur aftur á beint

Myndir: JÓK/Eysturoyarportalurin

Tað sá gott út eina løtu hjá NSÍ í frískliga lotinum í Sarpugerði í dag. Ein væleikandi Jørgen Nielsen hevði júst lagt teir gulu úr heiðunum á odda í 52 minutti við einum framúr vøkrum langskotið í longra horn, og alt sá ljósari út hjá útiliðinum og teirra áskoðarum.

Men so skoraðu teir ljósabláu tvey mál – fyrst var tað Martin Klein Joensen í 56 minutti, sum stútaði eitt indlegg frá Jákup Johansen í netið og síðani var tað Gunnar Vatnhamar, sum í 81 minutti sløkti vónina um eitt ella øll trý stigini.

Og alt sum hevði sæð bjart út gjørdist brádliga kola svart hjá teimum gulu og svørtu. Meðan Víkingur nú er tætt við at “vinna” sær 2. plássið við 4 stigum fleiri enn HB.

Nú hongur alt í sera tunnum tráð hjá NSÍ um teir skulu varðveita sætið í bestu deildinin hjá monnum. Við einans 21 stigum, einum málmuni á -25 og við 25 dystum leiktum. Meðan liðinum omanfyri ávíkavist, 07 Vestur við 24 stigum, einum málmuni á -30 og við 24 leiktum dystum, og B68 við 24 stigum, einum málmuni á -15 og við 25 leiktum dystum, so skulu minst 3 stig, allarhelst 4 ella 6 stig á konto, um vit skulu síggja NSÍ í Bestu deildini í 2023.

Komandi leikumfarð fer væntandi, at avgerða lagnuna hjá hesum liðum, so ella so. “Stórdysturin” verður við Løkin 16. oktober, tá NSÍ og B68 bresta saman í einari reinari “finalu” um niðurflyting.

Tað er tí ein stórur møguleiki fyri, at eitt eysturoyarlið afturat flytur niður við Skála niður í 1. deild komandi ár.