Í góðveðrinum í gjár vóru fólk á fjalli í ognarhaganum Fyri uttan Hús í Syðrugøtu.
Tað var eitt sindur trupult at fáa orduligan rakstur á seyðin, kanska tí veðrið var lýtt.
Men ein onnur frágreiðing kundi verið, at seyðurin nú á døgum er vorðin alt ov vanur við alt fólkið, sum dag og dagliga gongur túr í haganum, og er hann vorðin ov spakur, segði eitt av royndu fjallfólkinum, sum var á fjalli í gjár.
Myndir: Eysturoyarportalurin




















