Í dag var Eysturoyarportalurin og vitjaði nýggju svimjihøllina í Runavík, sum stendur í gerð.
Uml. 1320 tons av vatni hava seinastu dagarnar runnið í stóra hylin, sigur Jan Alexson verkfrøðingur hjá Kanjon, sum hevur ábyrgd av byggingini.
Talan er um ein 25 metra hyl við 8 geilum, sum fer frá 1,35 m dýpi í grunna endanum til 4 metra dýpi í djúpa endanum. Tær 8 geilarnar hava við sær, at hann er 21 metrar breiður.
Umframt tað er ein grynri barnahylur við tveimum ymiskum dýpdum og eitt vælveruøki við heitum hyli, tveimum saunum og einum dampbaði.
Tað er byggifyritøkan Kanjon í Klaksvík, sum stendur fyri arbeiðnum, har nógvir undirveitarar eisini eru.
Ætlanin er, at svimjihøllin skal lata upp á sumri í 2025.
Myndir: Eysturoyarportalurin









