Mennirnir hjá B68 vunnu í dag, í góðveðrinum á Svangaskarið, ein tepran 1-0 sigur á ÍF í 1. umfari av løgmanssteypinum. Einsamalla málið hjá toftamonnum skeyt Villiam Klein longu í 21 minutti.
Hetta var sostatt eisini fyrsti dysturin hjá nýggja venjaranum hjá ÍF, Jákupi Martin Joensen, eftir at Alexandar Jovevic var sendur til hús í síðstu viku.
Sí myndir sum Egin Tollaksson Kass tók fyri Eysturoyarportalin









































