Myndir: Hans Kristian Eyðunsson Hansen
B68 vann í kvøld 2-1 á grannunum NSÍ í steypakappingini og hava tílskil spælt seg víðari í hálvfinaluna, har teir skulu spæla ímóti EB/Streymi.
Fyrru hálvfinalurnar vera leiktar 29. juni, og tær seinnu vera leiktar 27. september. Aftaná lutakastið er greitt, at 07 Vestur og EB/Streymur eiga heimavøll í fyrru hálvfinalunum.
Finalan um løgmanssteypið verður leikt leygardagin 4. november á Tórsvølli.
Sí niðanfyri myndir frá dystinum í kvøld.
B68 – NSÍ 2-1 (2-0)
Sebastian Lau Nielsen 1-0 (10 min)
Jørgen Nielsen 2-0 (28 min)
Steffan Abrahamsson Løkin 2-1 (52 min)


























































