Myndir: Hjørdis Fríð Gregersen/ Sanna Dalbø Petersen/Eysturoyarportalurin
Tað er stjørnuklárt í kvøld, og onkustaðni norðanfyri sæst Norðlýsið bleiktra sera vakurt. Eitt nú í Eysturoynni og í Gøtu har hesar myndirnar eru tiknar.
Aurora borealis sæst, tá sólvindurin er sterkari enn normalt við stórum ravmagns úrløðingum, sum sleingja ravmagns løddum molum ímóti jørðini.





