Í dag kl. 16.00 var alment reisigilið av nýggja kappróðraneystinum hjá kappróðrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu.
Umframt at borgarstjórin, Per Martin Gregersen, og stjórin í byggifyritøkuni Sp/f BMT, Hannis Thomsen, førdu fram røður, var eisini kaffi, te og okkurt leskiligt at fáa hjá teimum mongu uppmøttu.
Sí myndir sum Eysturoyarportalurin tók.





































